Innanlands

Hans J. Hermansen farin úr Sjálvstýrinum

Tað er ikki bara formaðurin, ið hevur gjørt vart við leiðsluháttin og politisku kósina í flokkinum, sigur Hans J. Hermansen, nú fyrrverandi nevndarlimur í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag

2019-03-31 20:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Í gjár tók eg ta tungu avgerð á ársfundinum við Gjógv at taka meg úr Sjálvstýrinum.

Hesum boðar Hans J. Hermansen frá í skrivi, sum er sent miðlunum í kvøld.

- Ætlaði ikki at gera so nógv burturúr og havi roynt at ávirka innanfloks, men tá ið alt kortini er lagt opið fyri almenninginum, tignin er burtur og lagt verður eftir okkum í Streymoyar Sjálvstýrisfelag, er helst hóskandi at gera vart við, at tað er ikki bara formaðurin, ið hevur gjørt vart við leiðsluháttin og politisku kósina í flokkinum.

- Tá ið samansvørjingar verða brúktar at beina fyri teimum, ið eru ikki samd við rikna politikkin, er ikki nógv, ein fær gjørt. Eg havi ikki verið limur í øðrum politiskum flokki, men havi roynt at boða sosialliberalu politisku læruna samsvarandi stevnuskránni. Men tað er harmiligt at vera noyddur at rýma, tí politiskir flytifuglar taka ræðið, sigur Hans J. Hermansen, ið vísir á, at nógv er broytt, síðan hann gjørdist limur í flokkinum.

Niðanfyri sæst skrivið, sum Hans J. Hermansen las upp á fundinum við Gjógv í gjár:

Tað er einki at dylja yvir, at sjógvurin hevur verið drabbutur kring Sjálvstýrisskútuna seinastu tíðina, og kanska hevur tað mest mint um uppreistur um borð, so hýrurin innanborða hevur verið so sum so.

Eg havi verið limur í Sjálvstýrisflokkinum í meira enn ein mansaldur, og eg gjørdist limur av fyrstan tíð, tí mín politiska sannføring sampakkar við stevnuskrá floksins, sosialliberalu hugsjónina.

Við hesari barlastini havi eg verið virkin í flokkinum og havt ymiskar ábyrgdaruppgávur í ymiskum nevndum, havi verið við til samgongusamráðingar og kent, at eg havi, við øllum lítillæti, havt ávirkan og verið hoyrdur av teimum, ið myndaðu flokkin tá.

Hesa kensluna havi eg ikki havt seinastu tíðina, tí tað, eg havi roynt at ført fram, er sópað til viks uttan, í mínum eygum, nakra sakliga grundgeving. Samskiftið millum leiðslu og lokalfeløg hevur verið millum lítið og einki.

Týðandi avgerðir fyri flokkin og fyri Føroya fólk eru, mær vitandi, tiknar av einum ella heilt fáum fólkum. Eitt dømi er seinasta løgtingsvalið, har floksleiðslan havnaði tilboðnum um at sleppa upp í samgonguna og fáa landsstýrissess, tí hon hevði ikki álit á ávísum persóni. Onkur onnur orsøk mátti verið til at havnað tilboðnum um at fara upp í samgonguna og ávirka innanífrá heldur enn at halda lív í einari samgongu, sum ein sigur seg vera so grundleggjandi ósamdan við.

Annað, ið eg havi ilt við at skilja, er, hvussu viðtøkur floksins verða fylgdar ella ikki. Uttan størri hóvasták broytti flokkurin navn, men tann viðgerðin samsvaraði ikki viðtøkunum. Men tá ið ein limur í Norðoya Sjálvstýrisfelag bað um at fáa ársfundin fluttan eina viku fyri at kunna møta á fundi, fekk viðkomandi at vita, at tað læt seg ikki gera sambært viðtøkunum.

Tað er eingin loyna, at eg var ein teirra, ið hevði einki ímóti, at Magni Laksafoss gjørdist limur í Streymoyar Sjálvstýrisfelagi, og eg samskifti eisini við hann um tað. Magni sjálvur hevur ikki søkt um limaskap í Streymoyar sjálvstýrisfelag. Men boð komu frá hægsta myndugleika, at Magni kundi ikki gerast limur í Sjálvstýri. Seinni er so komið fram, at orsøkin er, at hann er sambandsmaður.

Mær vitandi stendur í viðtøkum floksins, at tann, ið tekur undir við stevnu floksins, kann gerast limur í flokkinum. Og hyggja vit rundan um okkum, eru vit umgird av fólkum, sum hava traðkað sínar politisku barnaskógvar í øðrum flokkum: Forkvinnan í Norðoya Sjálvstýrisfelag, formaðurin í Sterymoyar Sjálvstýrisfelag, skrivari floksins hevur hevur eisini roynt onnur politisk beiti, men er komin heimaftur, og tann, ið stóð á odda fyri kvettroyndini móti Streymoyar Sjálvstýrisfelag 4 desembur í fjør, man vera einasti persónur í Føroyum, ja, kanska í allari verðini, sum hevur tað svart upp á hvítt við rættarúrskurði, at hann er tjóðveldismaður. Og hesi eru í mínum eygum vælkomin í flokkin – um tey góðtaka stevnuskránna. Men Magni Laksafoss er sambandsmaður (og hevur annars ikki søkt um at gerast limur).

Og um tað er satt, sum eg havi frætt, at sama mannagongd varð brúkt við limalista floksins sum grundarlagi at fella verandi landsnevndarformann, so minnir tað um mannagongdir í londum, sum vit helst vilja ikki vera samanborin við.

Nú eg nevndi kvettroynd, havi eg hug at gera vart við, at viðtøkur landsfelagsins og lokalfelaganna treingja til dagføring. Onnur politisk feløg uttan fyri Føroyar hava viðtøkur og strangar mannagongdir um upptøku, um karantenutíð, um hvar tú leggur tín atkvøðurætt (bara í einum lokalfelag) osfr. Tað áttu vit eisini at havt. So vistu fólk, hvat felag tey hoyra til, og hvar tey kunnu og eiga at gera sína ávirkan galdandi. Og so hoyrir tað ikki heima nakrastaðni, at fólk kunnu tekna seg sum lim á Facebook, gjalda limaskap, møta upp á fundi og atkvøða, uttan at nøkur umsókn er send lokalfelagnum og viðgjørd har.

Sjálvstýri nørist norðanfyri, og tað er at fegnast um. Men sunnan fyri Streymin og Sundalagið sær illa út, 2 feløg í Streymoynni fusioneraðu til eitt, og í Vágum, í Sandoynni og í Suðuroynni er einki felag. Tað er harmiligt, og tað man hava sína orsøk.

Tað seinasta, ið skelkaði meg og onnur í flokkinum við, var tá ið tíðindini bórust um, at Sjálvstýri møtti ikki upp til pallborðsfund, har flokkurin var boðin við, men gav ikki avboð. Tað hevur flokkurin ikki ráð til, tað hoyrir ongastaðni heima, tað hendir ikki í einum væl skipaðum flokki, og tí hevur leiðslan einsamøll ábyrgdina av.

Tað skulu sum kunnugt vanliga minst tvey til at klandrast, men tað er ofta nóg mikið við einum dugnaligum persóni at reka saman og at finna semjur. Tað, vóni eg, fer at eyðnast, nú val stendur fyri framman. Enn er lítið frætt um uppstilling í flokkinum, men vónandi fara øll at leggja doyðin í at finna valevni og politisk evni, ið flokkurin kann fara til val uppá og fáa álit aftur millum manna við skilagóðum og ábyrgdarfullum politikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder