Innanlands

Hans Jákup Langgaard ætlar sær upp í politikk

Eins og beiggjarnir, Jaspur og Reimund Langgaard hava gjørt áður, stillar fyrrverandi stjórin í fleiri fyritøkum upp fyri Sambandsflokkin. Magni Højgaard er eisini eitt av nýggju nøvnunum á Sambandslistanum í Eysturoynni

59-ára gamli leirvíkingurin hevur áður verið stjóri í FT Samskifti, Bilasøluni og seinast Posta

59-ára gamli leirvíkingurin hevur áður verið stjóri í FT Samskifti, Bilasøluni og seinast Posta

2026-03-05 12:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sambandsflokkurin hevur mist nógv í Eysturoynni. Hetta serliga tí at Magnus Rasmussen er givin, men eisini tí at Jaspur Langgaard og Edva Jacobsen heldur ikki stilla upp aftur.

Les eisini: Nakað yvir 1.000 leysar sambandsatkvøðurí Eysturoynni

Valfelgið í Eysturoynni hjá Sambandsflokkinum hevur seinastu tíðini arbeitt við fáa nýggj nøvn á listanum. Atli F. Johansen, varaborgarstjóri í Nes kommunu er komin á listan, og Magni Højgaard, leiðari í Rówt, av Skála er nú eisini uppstillaður fyri Sambandsflokkin.

[object Object]
Magni Højgaard hevur í fleiri førum verið at sæð á sjonvarpsskíggjanum - millum annað í sambandi við sín ráðgevaraleiklut. Hann er nú leiðari fyri Rówt, sum er eitt tilboð undir Almannaverkinum.Hetta  til ung í aldrinum 18-30 ár við víðfevndum sálarligum og sosialum trupulleikum, umframt rúsdrekka- og/ella rúsevnistrupulleikum. (Skíggjamynd: KVF)

Les eisini: Sambandsflokkurin í Eysturoynni hevur nøkur ess í ermuni

Hans Jákup Langgaard skal eisini á Sambandslistan. Hetta hevur Portalurin fingið váttað í dag.

59-ára gamli leirvíkingurin hevur áður verið stjóri í fleiri fyritøkum: FT Samskifti, Bilasøluni og seinast Posta. Har gavst hann eftir stutta tíð, í oktober 2024.

Hans Jákup Langgaard hevur ikki stillað upp áður. Men tað hava beiggjar hansara - Reimund Langgaard og Jaspur Langgaard. Eins og teir áður, verður Hans Jákup Langgaard á lista B. 

Jaspur Langgaard stillar ikki uppaftur - hann fekk 256 atvøður í 2022 og hevur verið eykamaður fyri Sambandsflokkin hetta tingskeiðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder