Mentan

Hans, Jón Sonni og Marianna fáa listafólkaløn í trý ár

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur tikið avgerð um at veita trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burturav við ávikavist bókmentum, myndlist og filmi

Hans Tórgarð

Hans Tórgarð

2025-05-15 12:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mentanargrunnur Landsins hevur tikið avgerð um hvørji trý skulu stuðlast við listafólkaløn

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur tikið avgerð um at veita hesum trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burturav við ávikavist bókmentum, myndlist og filmi:

  • Hans Tórgarð
  • Jón Sonni Jensen
  • Marianna Mørkøre

Bókmentalig faknevnd segði um Hans Tórgarð:

Hans Tórgarð hevur í fleiri umførum latið dygdarverk úr hondum bæði í teksti og á palli. Verkætlanirnar, sum Hans Tórgarð ætlar at arbeiða við, eru vandaliga lýstar, áhugaverdar og fevna um fleiri sløg av teksti. Dømini, sum eru løgd við umsóknini, vísa gott innlit í okkara bókmentir og leiklist, og bera boð um dyggar royndir og harumframt framúr góða málkenslu.

Við at játta Hans Tórgarð løn í eitt tríáraskeið kunnu vit vænta munagóð íkast í føroyska mentan og list.

Í nevndini sótu Ann Ellefsen og Bergur Djurhuus Hansen.

[object Object]
Jón Sonni Jensen

Myndlista faknevnd segði um Jón Sonna Jensen:

Jón Sonni Jensen hevur við sínum tilfarsliga nýskapandi verkum gingið undan at fremja eina nýmaterialistiska vend innan føroyska myndlist. Hann hevur lagt til rættis eina væl umhugsaða og framsøkna arbeiðsætlan. Við umsóknini fylgja samstarvsavtalur, ið bera boð um eitt gjølligt fyrireikandi arbeiði, ið sannlíkt fer at føra til týðandi framsýningar og onnur ítøkilig úrslit.

Í nevndini sótu Jens Dam Ziska og Mirjam Joensen.

[object Object]
Marianna Mørkøre

Film faknevnd segði um Mariannu Mørkøre:

Marianna Mørkøre er nýskapandi filmslistafólk við drúgvum royndum. Hon hugsar øðrvísi í sínum filmsmáli og hevur sín egna sermerkta stíl. Hon mennist fyri hvørt verk, har hon eksperimenterar, og brýtur uppúr nýggjum við sínum visuella stíli. Tað sæst, at Marianna torir at arbeiða kreativt við filmsmálinum. Í heimildarfilminum HEARTIST um listakvinnuna Sigruna Niclasen, brýtur hon upp úr nýggjum, og filmurin hevur ferðast víða, og fekk sera góða móttøku bæði her á landi og uttanlands.

Marianna hevur eina greiða ætlan fyri, hvussu hon fer at brúka listafólkalønina tey komandi trý árini við áhugaverdum nýggjum verkætlanum, har hon eisini leggur upp til nýhugsan og nýskapan innan ymsar greinar av filmi.

Í nevndini sótu Hans Petur Hansen og Ingun í Skrivarastovu.

Endamálið við listafólkalønum er at bøta um korini hjá einstaka yrkislistafólkinum.

Listafólkið arbeiðir í játtanarskeiðnum burturav við list. Listafólkalønin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1, umframt 15 prosent í eftirløn.

Umsøkjararnir til listafólkaløn 2025 vóru 30 í tali. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder