Varðin Pelagic hevur fingið nýggjan fíggjarleiðara, boðar felagið frá á heimasíðu síni í dag.
Fíggjarleiðarin tey seinastu sjey árini, Dánjal Thomsen, hevur valt at leita sær nýggjar avbjóðingar.
Varðin Pelagic hevur í staðin sett Hans Petur Joensen í hansara stað. Hans Petur Joensen hevur drúgvar royndir sum fíggjarleiðari og seinastu árini hevur hann verið fíggjarleiðari hjá Skálkur samtakinum.
Eitt langt áramál var Hans Petur Joensen fíggjarstjóri á Strandfaraskipum Landsins, men varð koyrdur frá fyri nøkrum árum síðani eftir at hann valdi at fara uttan um leiðsluna á stovninum og skrivað bræv beinleiðis til Løgtingsins Fíggjarnevnd har hann greiddi frá játtanin til Strandferðsluna var ov lág.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald