Innanlands

Hanus Hansen: Høvdu eisini fingið semju um nýskipan

Høgni Hoydal sigur, at roynt var at fáa semju, tá nýskipanin varð gjørd, men at tað var ikki møguligt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-13 16:34 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Tá fiskivinnunýskipanin varð gjørd, var ein treyt, at ongin frá vinnuni var við. Vit lógu á knøunum fyri at sleppa at vera við, og tað endaði við, at stjórin í reiðarafelagnum slapp við. Ongin, sum virkaði í vinnuni, var við. 

Tað sigur Hanus Hansen, formaður í reiðarafelagnum, í sambandi við at umsitingarætlan varð løgd fram fríggjadagin. Tað er ein ørvísi leistur, sum varð brúktur, nú umsitingarætlan skuldi gerast, ímun til tá fiskivinnuskipanin skuldi gerast. Við umsitingarætlanini varð ein bólkur, har umboð fyri allar partar í vinnuni saman við umboði fyri Havstovuna, biðin um at koma við einum tilmæli. Tá nýskipanin varð gjørd, var talan um bólk við ymiskum serfrøðingum, sum gjørdi frágreiðing til landsstýrismannin, sum síðani varð borðin løgtinginum. Sigast skal, at stórur munur var á frágreiðingini hjá serfrøðingabólkinum og tí, sum endaliga varð samtykt. 

Men tá Hanus Hansen hevði orðið á tíðindafundinum, kom hann við einum prikið til landsstýrismannin: 

- Eg kann ikki lata vera við at arga Høgna Hoydal eitt sindur. Um hesin leisturin varð brúktur at gera nýskipan við, eri eg yvirbevístur um, at vit høvdu komið til eina semju, segði Hanus Hansen heldur skemtiliga á tíðindafundinum. Eftir tíðindafundin endurtók hann, hesa ferð við einum meira álvarsomum huglagi, boðskapin fyri Portalinum: 

- Tað haldi eg var skeivt. Í arbeiðinum við umsitingarætlan, vóru vinnan og manningarfeløgini samd allatíð. Tað høvdu vit eisini verið við fiskivinnunýskipanini, greiðir Hanus Hansen frá. Hann er yvirbevístur um, at tað eisini hevði broytt nýskipanina. 

Høgni Hoydal er ikki samdur við Hanusi Hansen í, at tað hevði verði so lætt at fáa semju. 

- Tað var nokk fyrst og fremst eitt politiskt prik frá Hanusi, tá hann segði hattar á tíðindafundinum. Vit høvdu nógv samskifti við vinnuna í sambandi við fiskivinnunýskipanina, men har eru áhugamálini so ymisk, greiðir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum frá. Hann leggur afturat, at umsitingarætlanin snýr seg um burðardygga umsiting av fiskivinnuni, og at hann altíð vónaði at semja fanst um tað. Tá talan er um atgongd til vinnuna, var ikki møguligt at fáa semju. 

[object Object]
Høgni Hoydal á tíðindafundinum í sambandi við umsitingarætlanina (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

- Tá tað kemur til tey peningaligu málini og atgongd til fiskiskap, hevði neyvan verði semja um tað kortini. Vit royndu eisini at fáa tað, men tað bar ikki til, staðfestur landsstýrismaðurin. 

Hanus Hansen heldur tó, at skipanin hevði verðið ørvísi, um sami leisturin sum til umsitingarætlan varð brúktur til fiskivinnuna. 

- So hevði tú ikki endað har, sum tú gjørdi. Skipanin hevði ikki verðið líka víðgongd, sum hon bleiv, sigur Hanus Hansen, formaður í reiðarafelagnum at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder