Innanlands

Hanus Hansen: Vinnan og havfrøðin mugu arbeiða saman

Hanus Hansen roknar við, at nýggja skipanin gevur góðkenningar, sum geva atgongd til enska og amerikanska marknaðin

Hanus Hansen fegnast um semjuna (Mynd: Sverri Egholm)

Hanus Hansen fegnast um semjuna (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-10 16:23 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Vit fáa eina stabila skipan. Man er vanir við tað, sum er. Tað er gott um dagatalið fer upp, og man kann  liva við tí, um tað fer niður, tí talan er bara um fimm prosent. 

Tað sigur Hanus Hansen, reiðari, við Portalin eftir tíðindafundin í morgun, har tilmælið um umsitignarætlan av fiskiskapinum á føroysku landgrunnunum varð lagt fram. 

Talan er um eitt tilmæli, sum semja er um ímillum bæði vinnuna og havstovuna. Í dag er tað so, at ein fiskidaganevnd umboðað av vinnuni, letur tilmælið afturat tí, sum havstovan er komin við, men hetta verður ikki í framtíðini. Nú verður tað einans tilmælið frá Havstovuni, sum avgerð dagatalið. Landsstýrismaðurin ásetur tað, men hann skal í útgangsstøðinum halda seg til tilmæli frá Havstovuni. Hevur vinnan ikki latið stórt vald frá sær? 

- Tað haldi eg ikki. Tað er neyðugt, at vit arbeiða saman, um vit skulu fáa altjóða góðkenning av fiskiskapinum. Nú er ein søguligur møguleiki, tí toska- og hýsustovnurin kemur fyri seg við rúkandi ferð beint nú, greiðir Hanus hansen frá. Hann sigur, at tað er týdningarmikið at fáa góðkenningar frá havfrøðini fyri at kunna virka fiskin meira í Føroyum og fáa atgongd til nýggjar marknaðir. 

- Tað ber ikki til at framleiða hýsu í Føroyum í dag og selja hana til marknaðin í Onglandi ella USA í dag. Tað rokni eg við verður í ordan beinavegin, sigur Hanus Hansen.

Í tilmælinum stendur um burðardygga góðkenning, at við hesi veiðiregluni eru sannlíkindini fyri, at gýtingarstovnarnir fara undir lágmarkið Blim minni enn 5%. Hetta er vanliga tað, sum skal til, fyri at ICES kann góðkenna veiðiregluna sum burðardygga. Og Hanus Hansen heldur at júst hendan góðkenningin kann gerast týdningarmikil fyri føroyska virðisøking. 

- Tá eg byrjaði á Kósini 1998 arbeiddu vit við 4000-5000 tonsum av hýsu um árið. Nú arbeiða vit við 200 tonsum ári. Vit eiga skip, sum fiska nógv av hýsu, men vit kunnu ikki víðarivirka hana í Føroyum, men mugu selja hana heila av landinum, sigur Hanus Hansen at enda. 

 

 

 

 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder