Innanlands

Hanus Mikkelsen settur sum stjóri fyri Tórshavnar havn

Sum stjóri skal Hanus vera við til at menna Tórshavnar havn sum ein maritiman flutningsdepil í Føroyum og í Norðuratlantshavi

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-03-31 18:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur sett Hanus Mikkelsen í starv sum stjóra í Tórshavnar havn.

Hanus Mikkelsen er 62 ára gamal. Hann er útbúgvin skipsførari frá Føroya Sjómansskúla og Executive Master of Business Administration in Shipping and Logistics. Hanus hevur siglt sum stýrimaður og skipari í altjóða sigling, og nomið sær drúgvar og viðkomandi altjóða leiðsluroyndir, m.a. sum Chief Marine HR Officer hjá Thome Ship Management í Singapore.

Seinastu 3 árini hevur Hanus arbeitt sum deildarleiðari á Sýnsdeildini í Sjóvinnustýrinum.

Sum stjóri skal Hanus vera við til at menna Tórshavnar havn sum ein maritiman flutningsdepil í Føroyum og í Norðuratlantshavi. Hetta er ein uppgáva, sum Hanus heldur vera sera spennandi, og metir, at tað eru nógvir møguleikar hjá bæði Tórshavnar havn og vinnulívinum í býnum at fáa størri ágóðar av vaksandi skipaflutninginum, sum er í norðuratlantiska havøkinum.

Í dag var Hanus Mikkelsen á Vaglinum og heilsaði uppá borgarstjóran og formannin í Havnanevndini, Kára Johansen.  Hanus greiddi frá, at  hann sum 12 ára gamal byrjaði at lossa á keiðuni, og  nú hann er 62 ára gamal, tekur hann við starvinum sum stjóri í Tórshavnar havn.

Hanus byrjar í starvinum í juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder