Halleluja Sofus kann tykjast heldur tvætlutur í sendingini ALSO, men tak ikki feil av manninum. Tað goymir seg eitt álvarsemi aftanfyri Halleluja Sofus. Í sendingini Also, fáa fólk viðmerkingar frá vinklinum hjá einum bilmekanikara, “just take it or leave it”. Hann hevur gingið í lívsins skúla, og veit hann á mangan hátt hvat hann tosar um. Skúlaárini vóru á mangan hátt ógvuliga hørð. Kommunuskúlin í Havn hevði eina serliga skipan viðvíkjandi veikum næmingum. Teir blivu rætt og slætt "isoleraðir" frá hinum í serligar sibbaklassar. Í einum slíkum gekk Sofus.
Sofus byrjaði sum heilt ungur at arbeiða, longu meðan hann gongur í skúla. Tá hann var liðugur við 6.flokk, fór hann úr skúlanum, fyri at arbeiða burturav við øllum møguligum fram til hann sum 16 ára gamal fer í bilmekanikaralæru. Har vaknað hansara listarligu gávur.
Alt hetta og nógv afturat fer Sofus at greiða frá í Spaniastovu 30.januar: Um happing, religøst trýst, tónleik, viðurskiftini millum feðgarnar Halleluja Sofus og Undurfulla Finn. Eisini um konuna ið er hansara størsta hending í lívinum.
Aftaná syngur Sofus kend løg og Rani Nolsøe band spælir undir.
- Spaniastova
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald