Innanlands

Har kemur meira av Hoydølum - næsta ár

Seinasti partur av vælumtóktu sangsendingini hevur verið í kvøld men bert í fyrstu syftu. KVF søkir nú eftir nýggjum spírum - upptøkuroyndir á skránni 24. til 26. apríl og upptøkur í heyst

Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna, Sophilia eru liðug í Hoydølum - men onnur blása nýtt lív í seinni í ár (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/KVF)

Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna, Sophilia eru liðug í Hoydølum - men onnur blása nýtt lív í seinni í ár (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/KVF)

2026-03-05 20:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sendingin "Hoydalar" hevur veruliga gjørt hol í sjógvin og fingið føroyingar at fegnast. 

Seinastu fimm vikurnar hava hóskvøld merkt Hoydalar hjá ógvuliga nógvum, og Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna, Sophilia hava sungið seg í hjørtu.

[object Object]

Eftir partin við Anniku Hoydal gjørdist greitt, at hetta ikki er endin. Ein onnur "sesong" av røðini verður gjørd - við nýggjum spírum og nýggjum tónleikarum.

Kringvarpið søkir nú eftir nýggjum luttakarum. Upptøkuroyndir verða í 24.- 26. apríl 2026 í Kringvarpi Føroya.

- Fyrstu upptøkurnar verða stutt eftir tað. Sjálvar framførslurnar verða tiknar upp í septembur og oktobur 2026, og røðin verður frumsýnd í februar 2027, skrivar kvf.fo.

Les meira og søk her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder