placeholder
Uttanlands

Harðasta ódnin í 176 ár rakar Portugal

Ódnin Leslie er ávegis móti Portugal

2018-10-13 21:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ódnin Leslie, ið nærkast Portugal kann gerast harðasta ódnin, ið hevur rakt landið síðan 1842, skrivar DR.

Myndugleikarnir heita á fólk um at halda seg innandura.

Sjómenn hava fingið boð um at koma til lands, og fleiri flogferðir eru avlýstar, tí at veðurfrøðingar vænta hvirlur upp móti 33 metrum um sekundið.

Veðurfrøðingar vænta eisini, at Spania verður rakt tíðliga sunnudagin, og er Spania tí eisini í ferð við at fyrireika seg til ódnina.

Sambært portugisiskum veðurfrøðingum er vandi fyri, at hetta verður harðasta ódnin, ið rakar landið í 176 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder