Stutt fyri klokkan fýra í nátt fekk løgreglan boð um, at ein maður varð sligin í andlitið í einum dansistaði í Havn.
Maðurin gekk har inni og bløddi rættiliga illa, og løgreglan kom skjótt til ta niðurstøðu, at maðurin varð sligin við einum glasi.
- Vit vita, hvør hevur gjørt tað, og hann er eisini skuldsettur í málinum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Partarnir verða avhoyrdir seinni í dag, og tá kann enda við, at maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava sligið hin, verður ákærdur fyri harðskap.
Annars steðgaði løgreglan eisini einum manni í gjárkvøldið, sum koyrdi ávirkaður á knallert. Blóðroynd varð tikin av honum, og nú verður bíðað eftir úrslitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald