2018-10-13 19:02
Um hálvgum fimm-tíðina í morgun varð ein persónur álopin við Steinatún í miðbýnum í Havn.
Løgreglan kannar í løtuni málið, og vilja tey fegin hoyra frá fólki, ið hava sæð okkurt, ella halda seg vita nakað um málið.
Enn er brotsmaðurin ikki funnin, og løgreglan fær ikki sagt meira um málið, sigur vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald