2018-12-26 11:11
            
        
        
                
            Eitt harðskapsmál var í Havn í nátt, har tveir mans fóru til hendurs. Løgreglan sigur, at ilt kom í menninar, og at tann eini brúkti knív og rakti hin á hálsin.
Tíbetur rakti hann ikki so væl, at talan gjørdist um nakran álvarsaman skaða.
Maðurin við knívinum varð settur í varðhaldi, og løgreglan arbeiðir enn við hvat meir skal gerast í málinum.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald