Innanlands

Harðskapsmál meldað í Havn

Náttin hevur sum heild verið friðarlig hjá løgregluni, men tíðliga í morgun varð ein persónur sligin í miðbýnum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-02-25 11:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga í morgun varð eitt harðskapsmál meldað til løgregluna.

Tað var stutt eftir klokkan fimm í morgun, at ein persónur varð útsettur fyri harðskapi í miðbýnum í Havn.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at viðkomandi var sligin og misti eina tonn. Ein persónur varð handtikin og skuldsettur.

Annars hevur seinasta samdøgrið sum heild verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni, men seinnapartin í gjár vórðu tveir bilførarar eisini tiknir fyri rúsdrekkakoyring í Klaksvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder