Mentan

Harmaljóð frá Jørðini

“Hví grætur tú” er nýtt staklag frá Deiggj – sum her fær hjálp frá Guðruni Sólju Jacobsen

2022-06-15 11:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“Hví grætur tú” er heitið á nýggja staklagnum hjá Deiggj, sum kemur út í dag, onsdagin 15. juni. Lagið verður at hoyra á Spotify og Apple Music, Youtube o.ø. tónleikapallum.

Deiggj hevur síðan 2020 arbeitt miðvíst við einari LP plátu. Nýggja LP´in kallast “Tíð”. Fyrsta lagið sum kemur út alment, er sangurin “Hví grætur tú”, har Guðrun Sólja Jacobsen er gestasolistur. Orðasmiður er Fróði T. Vestergaard, sum somuleiðis hevur skrivað lagið.

“Hví grætur tú” snýr seg um jørðina, sum grætur. Jørðin fortelur tí ið spyr, hví hon grætur og hvat skal til, fyri at fáa lívið og gleðina aftur. Guðrun syngur m.a. í endanum á lagnum “gev børnunum jørðina aftur” og til síðst hoyra vit fleiri smábørn syngja “hugsið um dagin í morgin” saman við Deiggj og Guðrun.

Í byrjanini á sanginum hoyrast lógvabrestir og fagnaður tá rúmdarferjan Perseverance lendi á gongustjørnini Mars, hetta var tann 18. februar 2021. Júst hetta kvøldið sótu nakrir í Deiggj og arbeiddu við kórstemmum, meðan lurtað varð eftir lendingini á Mars, sum varð stroymd.

[object Object]Deiggj eru frá vinstru: Rani H. Christiansen, Pætur Mohr Dam, Fróði Vestergaard, Sverri Heinesen, Páll Lave og Dennis Lave

Kanska ein andsøgn at nýta milliardir av peningi at lenda á Mars, samstundis sum sagt verður, at vit ikki hava “ráð”, at steðga dálkingini á okkara egnu jørð.

Eftir at hava roynt nógvar ymiskar loysnir við hesum lagnum, varð Guðrun Sólja spurd, um hon vildi royna at syngja lagið saman við Fróða T. Vestergaard. Fyrstu ráupptøkurnar riggaðu sera væl, tí júst hennara rødd og sangteknikkur var tað sum klæddi hesum lagnum, og so er Guðrun, eins og Deiggjararnir, fødd og uppvaksin á Tvøroyri.

Lagið “Hví grætur tú” hevur í mong ár ligið “á skriviborðinum” ella í skuffuni. Tíverri er teksturin enn aktuellur, kanska meira enn hann var síðst í 80´unum, tá hann bleiv skrivaður.

Grundupptøkurnar eru gjørdar í Studio Block í Tórshavn, og síðan hevur bólkurin arbeitt víðari í Studio Deiggj, Bakkastudio á Tvøroyri og Studio Bunkarin, saman við Benjamin Petersen.

Teir sum spæla við á lagnum “Hví grætur tú”, eru Páll Lave, el gittar og 12 streingjaðan kassagittar, Pætur Mohr Dam, Fender Roads og synth, Fróði Vestergaard, sang/kór, kassagittar og memotron, Sverri Heinesen, bassgittar og Rani H. Christiansen, trummur. Gestatónleikari er Niklas Sjøbæk Jørgensen, tamburin o.a.. Niklas er versonur Fróða, og spælur dagliga við danska bólkinum Red Lama.

Umframt teir omanfyrinevndu, syngur Dennis Lave fleiri av nýggju løgunum og er høvuðssangari á staklagnum, sum kemur út í september.

Teknikari í Studio Block var Vinjar Egilsnes Petersen. Benjamin Petersen hevur tikið upp og miksað í Studio Bunkarin. Deiggj og Benjamin Petersen hava staðið fyri framleiðsluni. Mastering: Daniel Bacigalupi í Nashville

Í barnakórinum hjá Guðrun eru: Emma Gyða Jamesdóttir, Thit Aakerman, Alexandra Ingudóttir Blak, Tinka Tróndardóttir Sørensen, Stella Djurhuus á Neystabø, Ria Arge Jacobsen, Rán Blak Øster, Anny Mikaelsdóttir Blak, Unnur Tróndheim Johansen og Hildur Tróndheim Johansen.

Í 2021 vóru 40 ár liðin, síðan Deiggj byrjaði. Hetta varð hátíðarhildið við konsert í SALT, har spælt varð fyri fullum húsum. Í Deiggj eru enn fýra av upprunalimunum frá 1981. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder