Innanlands

Harmonikusamanstoytur við Leynatunnilin

Ikki stórur fólkaskaði

Mynd: Olaf Olsen

Mynd: Olaf Olsen

2018-07-08 19:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 18:42 fekk løgreglan fráboðan um ein harmonikusamanstoyt við Leynavatn. Tríggir bilar vóru í óhappinum, og sambært vakthavandi á løgregluni er ikki stórur fólkaskaði.

Løgreglan veit ikki nógv meira at siga í løtuni.

Løgregla, sjúkrabilar og bilar frá sløkkiliðnum eru á staðnum.

Portalurin frættir frá fólki á staðnum, at ferðslan er steðgað og lang bíðirøð er báðumegin tunnilin.

19:55: Vegurin er nú ruddaður og ferðslan koyrir aftur sum vanligt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder