Innanlands

Harmonikusamanstoytur í túninum hjá løgregluni

Tríggir bilar vóru í ferðsluóhappi í R.C. Effersøes gøtu seinnapartin í gjár. Bara materiellur skaði var

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-02-10 08:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bara materiellur skaði var tá tríggir bilar vóru í einum ferðsluóhappi í R.C. Effersøes gøtu í gjár.

Av politistøðini upplýsir vaktleiðarin í morgun, at ferðsluóhappi hendi beint uttanfyri hjá teimum.

Hetta var í háferðslutíð kvart yvir fýra, so uttan iva hevur frástøðan millum bilarnar ikki verið tann stóra.

Hóast tað at kalla hendi í túninum hjá løgregluni, var tað ein løta at koma fram, tí politibilurin endaði við at standa í bíðirøðini fyri at sleppa framat.

Tíbetur var eingin fólkaskaði, og materielli skaðin var eisini avmarkaður. Tveir av bilunum koyrdu frá staðnum við egnari hjálp, meðan tann triði mátti sleipast av staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder