Tað eru tvær vikur síðan sitandi forsetin Joe Biden tók seg úr forsetavalstríðnum, og Kamala Harris, varaforseti, sum nú hevur tryggjað sær undirtøku til at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum, hevur enn ikki boðað frá, hvønn hon hevur valt sum varaforsetavalevni. Men tað væntast hon skjótt at gera, skriva amerikanskir miðlar.
Sambært The Washington Post er ætlanin at kunngera nýggja valevnið áðrenn ein veljarafund í Philadelphia í morgin, týsdagin, har hon eftir ætlan fer at luttaka saman við viðkomandi.
Sambært CNN tosaði Harris í gjár við trý møgulig valevni - Tim Walz, guvernørur í Minnesota, Josh Shapiro, guvernørur í Pennsylvania, og Mark Kelly, senatorur fyri Arizona, men tað er ógreitt, um hon hevur tikið eina avgerð.
Sambært bretska BBC eru Andy Beshear, guvernørur í Kentucky og Pete Buttigieg, ráðharri í samferðslumálum, eisini í uppskoti.
Avgerð um varaforsetavalevnið skal verða tikin áðrenn landsfundin hjá Demokratunum, sum byrjar í Chicago 19. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald