Uttanlands

Harris tekur avgerð um varaforsetavalevni í dag

Favorittarnir eru Tim Walz og Josh Shapiro, guvernørar, og Mark Kelly, senatorur – Pete Buttigeg, samferðslumálaráðharri er eisini upp á tal

(EPA)

(EPA)

2024-08-06 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski varaforsetin, Kamala Harris, fer í dag væntandi at kunngera hvønn hon fer at útnevna til varaforsetavalevni á forsetavalinum í november.

Demokratiska forsetavalevnið hevði í gjár samrøður í Washington DC við fleiri demokratiskar menn, sum eru upp á tal.

Eftir at navnið er kunngjørt, fer Kamala Harris út á eina valferð, har hon í fýra dagar, skal vitja sjey býir og halda veljarafundir har.

Nýggjastu veljarakappingarnar frá CBS vísa, at tað nú stendur nærum á jøvnum millum Harris og Trump, Harris tó eitt vet frammanfyri.

Eftir at varaforsetavalevnið er kunngjørt, væntandi týsmorgun amerikanska tíð, verður eitt valvideo almannakunngjørt, og í kvøld fara tey bæði so at at halda ein veljarafund í Philadelphia.

Teir tríggir menninir, sum Kamala Harris hevði fund við sunnudagin, eru Tim Walz, guvernørur í Minnesota, Mark Kelly senatorur í Arizona og Josh Shapiro, Josh Shapiro, guvernørur í Pennsylvania.

Ein fjórði maður, sum er millum evnini at gerast varaforsetavalevni, er sitandi ferðslumálaráðharrin, Pete Buttigieg, sum hon hitti fríggjadagin. Sambært amerikanskum miðlum hevur hon eisini havt aðrar mannligar demokratar inn til samrøðu.

Í gjár gjørdist tað annars greitt, at Kamela Harris nú alment er forsetavalevni fyri demokratiska flokkin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder