Uttanlands

Harris vil hava Trump at almannakunngera læknafrágreiðing

Trump fjalir týðandi upplýsingar frá amerikanska fólkinum, sigur demokratiska forsetavalevnið, sum um vikuskifti sjálv hevur almannakunngjørt eina frágreiðing um sína heilsu

Donald Trump og Kamala Harris hittust fyrstu ferð, tá tey kjakaðust á ABC News 10. september (Mynd: EPA)

Donald Trump og Kamala Harris hittust fyrstu ferð, tá tey kjakaðust á ABC News 10. september (Mynd: EPA)

2024-10-13 14:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin og núverandi republikanska forsetavalevnið Donald Trump fjalir týðandi upplýsingar frá amerikanska fólkinum við ikki at almannakunngera eina læknafrágreiðing, sum greiðir frá, um hann er egnaður at røkja forsetaembætið.

Tað sigur Kamala Harris, varaforseti og forsetavalevni hjá Demokratunum.

Um vikuskiftið hevur hon sjálv almannakunngjørt eina frágreiðing um sína egnu heilsu, og heitir hon á Trump um at gera tað sama.

– Eg haldi, tað er greitt, at umboðsfólk hansara í øllum førum ikki vil hava amerikanska fólkið at vita alt um, hvør hann er, sigur Harris.

Í frágreiðingini hjá Kamalu Harris, skrivaði lækni hennara, at heilsa hennara var góð, og at hon var før fyri at átaka sær forsetaembætið, um hon vinnur forsetavalið 5. november.

Les eisini: Frágreiðing: Harris før fyri at átaka sær forsetaembætið

Umboð fyri valstríðið hjá Trump siga um atfinningarnar hjá Harris, at Trump áður hevur almannakunngjørt "dagføringar" frá sínum egna lækna, og eisini er ein frágreiðing almannakunngjørd frá Ronny Jackson, sum kannaði Trump, eftir at hann í juli varð fyri morðroynd, har hann varð raktur av skoti í oyrað. Trump hevur góða heilsu og er førur at sita enn eitt valskeið sum forseti, verður sagt.

Trump var forseti í árunum 2017 til 2021, og í 2018 segði ein lækni í Hvítu Húsunum, at heilsan hjá Trump var góð, men at hann átti at tapt seg og byrjað at røra seg dagliga.

Sambært Ritzau almannakunngjørdi Harris læknafrágreiðingina júst fyri at vísa á, at Trump ikki hevur almannakunngjørt eina líknandi frágreiðing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder