Mentan

Harry Potter-útgávan av Pokemon Go er nú komin

Harry Potter: Wizards Unite eitur nýggja spælið, sum fyritøkan handan Pokemon Go hevur givið út í vikuni

Mynd: YouTube

Mynd: YouTube

2019-06-23 18:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt eftir at vælumtókta fartelefonspælið Pokémon Go varð givið út í 2016, byrjaðu Harry Potter fjepparar at krevja teirra egna "Harry Potter Go", og í 2017 boðaði Niantic, sum eisini stendur aftanfyri vælumtókta spælið, frá, at arbeitt varð við einum líknandi Harry Potter-spæli.

Í vikuni varð nýggja spælið Harry Potter: Wizards Unite so útgivið. Fyrst í USA og Bretlandi og í gjár kom spælið eisini til restina av Evropa.

Eins og Pokémon Go er talan um eitt aumented reality-spæl. Hetta merkir, at talan er um eitt spæl, sum blandar talgildu verðina við veruleikanum.

Eins og við Pokémon Go noyðist ein út á gøturnar fyri at spæla spælið.

Reint søguliga byrjar spælið, har sjeynda og seinasta bókin hjá J. K. Rowling, "Harry Potter og arvalutir deyðans" endaði, og Harry Potter, Ron Weasley og Hermione Granger spæla enn einaferð ein leiklut.

Nógv gandadjór og nógvar gandaverur byrja at vísa seg í "mugglaraheiminum", og tað er uppgávan hjá spælarunum at fáa skil aftur á sambandið millum gandaheimin og veruliga heimin.

[object Object]Mynd: Warner Bros./Niantic

- Ert tú Harry Potter fjeppari fer núverandi innihaldið í spælinum heilt vist at vera nøktandi hjá tær og fáa teg at kenna teg sum ein part av Harry Potter-heiminum, skrivar heimasíðan TheNextWeb.

Harry Potter: Wizards Unite fæst til bæði Android og iPhone.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder