
Fyri fyrstu ferð síðan februar 2024 hevur bretski Harry prinsur heilsað upp á pápa sín, Charles kong, skrivar BBC.
Teir báðir hittust í kongsins íbúð, Clarence House, í miðbýnum í London, upplýsir bretska hóvið fyri miðlinum. Her drukku teir ein temunn saman í 50 minuttir.
Fyrr á degnum var kongur komin úr Skotlandi til heim býarheim sítt í høvuðsstaðnum. Prinsurin hevur búð í USA síðan 2020, og hevur hesa vikuna verið heima í Bretlandi í sambandi við vælgerðararbeiði.
Viðurskiftini millum Harry og familju hansara hava annars ikki verið tey bestu síðan hann valdi at gevast við kongaligum uppgávum og flutti til USA saman við konu og børnum.
Seinast hann hitti pápa sín, var stutt eftir at kongur boðaði frá, at hann hevði fingið viðgerð fyri krabbamein.
Herfyri tapti Harry eitt kærumál um rættin til verju í Stórabretlandi. Í hesum sambandi nevndi hann, at hann ikki var áhugaður í semju við familju sína.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald