Í morgun byrjar Hasfjord, sum hevur ligið við tekniskum breki í eina tíð, aftur í sigling á leið 85.
Strandferðslan boðar frá, at siglt verður sambært broyttari ferðaætlan fyri leið 85, ið verður galdandi til Teistin er komin aftur av beding. Fleiri túrar eru lagdir afturat, og siglt verður nú hvønn gerandisdag.
Nú Hasfjord byrjar aftur, merkir tað, at broytingar verða á leið 60, 61 og 90. Ternan fer at sigla eftir somu ferðaætlan, ið var galdandi fyri Teistan, og fer tískil at sigla á bæði sandoyar- og hestleiðini.
Erla Kongsdóttir fer sostatt ikki at røkja siglingina á hestleiðini frá mánadegnum av, men fer at sigla á nólsoyarleiðini sambært ferðaætlanini, ið Ternan sigldi eftir, skrivar Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald