Innanlands

Háskúlalógin tarnar nú Grøna Háskúlanum

Skúlin á Sandi letur kortini ikki uppaftur - í øllum førum ikki í fyrstu syftu. Tað er serliga lóggávan á økinum viðvíkjandi aldrurskrøvum og øðrum, sum forðar

- Alt ov ofta hevur tað tó víst seg, at næmingarnir ikki sleppa á skúlan, tí tey passa ikki í smæla lógbundna málbólkin. Tað hevur ikki eydnast at uppfylla formligu krøvini frá myndugleikunum, og skúlin kann tí ikki lata uppaftur nú (Mynd: Grøni Háskúlin)

- Alt ov ofta hevur tað tó víst seg, at næmingarnir ikki sleppa á skúlan, tí tey passa ikki í smæla lógbundna málbólkin. Tað hevur ikki eydnast at uppfylla formligu krøvini frá myndugleikunum, og skúlin kann tí ikki lata uppaftur nú (Mynd: Grøni Háskúlin)

2024-09-04 07:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vár varð boðað frá, at Grøni Háskúlin á Sandi stóð fyri einari spirandi endurupplating. Ætlanin var, at ung aftur fóru at hava møguleika at læra um tilfeingi og gagnnýtslu av náttúruni, og hvussu man kann liva og virka í samljóð við náttúruna.

Í longri tíð hava miðvísar fyrireikingar verið at menna innihaldið á Grøna Háskúlanum - hetta fyri at bjóða næmingunum viðkomandi og spennandi skeið, og eftir ætlan skuldi skúlin nú verið opin.

Ætlanin er tó fallin til jarðar. Tað er tó sum so ikki vegna heilt lítlan áhuga, vísir Grøni Háskúlin á í skrivi. Millum annað vildu útlendingar luttaka.

- Áhugin hevur verið stórur, tí sjálvsveitning og grøna leiðin er tíðarbær og liggur føroyingum nær at hjarta. Harumframt hevur tað verið áhugi úr útlondum at koma til Føroya at læra, hvussu vit her arbeiða við umhvørvi, innløgumentan og matgerð. Virðini, sum Grøni Háskúlin byggir á, tala til ein breiðan aldursbólk og til bæði leik og lærd.

Trupulleikin er tó, at tað ikki ber til at lata upp innan verandi lóggávu. Hon sigur millum annað, at minst 12 næmingar, sum skulu verða millum 17 og 25 ár og hava lokið 9. floksprógv skulu ganga á skúlanum. Hetta í minst 16 vikur har næmingarnir millum aannað verða undirvístir í føroyskum máli og mentan.

Her hevur tað tað tó ikki heilt rakt - helst millum annað tí at fólk úr øðrum aldri og við øðrum tjóðskapi hava søkt, meðan ov fáa. ið eru innanfyri omanfyri nevndu rammurnar, hava søkt.

- Alt ov ofta hevur tað tó víst seg, at næmingarnir ikki sleppa á skúlan, tí tey passa ikki í smæla lógbundna málbólkin. Tað hevur ikki eydnast at uppfylla formligu krøvini frá myndugleikunum, og skúlin kann tí ikki lata uppaftur nú. 

Hetta halda tey, ið standa aftanfyri Grøna Háskúlan er óheppið. Áhugin at nema sær kunnleika innan hetta økið er breiður - men ov breiður til lógina. Tað er tó alsamt størri tørvur á skúlanum á, vísa tey sjálvi á - i av broyttu heimsmyndina, har størri krøv eru til matsjálvbjargni og tørvinum á heilsugóðum umhvørvisvinarligum mati, men eisini av einum fólksligum ynski um dygdarvitan og førleikar um matframleiðslu og tilgerð.

- Áhaldandi hevur verið víst á, at háskúlalógin ikki er hóskandi og má broytast, og tað verður altso aftur staðfest við hesum stendur eisini í skrivinum.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder