Innanlands

Hassjsmuglari latin leysur aftur

Mett var ikki, at neyðugt er at varðhaldsfongsla mannin, sum smugglaði 100 gramm av hassji til Føroya týsdagin

2026-04-09 07:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ikki mett at maðurin, ið varð tikin fyri at smugla hassj til Føroya týskvøldið, skuldi fyri dómara fyri at fáa hann fongslaðan.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at tey valdu at lata viðkomandi leysan aftur seinnapartin í gjár.

Málið verður ikki mett at vera so álvarsmikið, at neyðugt er at fongsla viðkomandi, meðan tað verður kannað nærri og bíðað verður eftir at maðurin kann koma fyri rættin.

- Maðurin varð leyslatin, og so gongur tað sína vanligu gongd, sigur vaktleiðarin.

Talan var um ein útlendskan mann seinast í 40-árunum, sum varð avdúkaður fyri at royna at smugla umleið 100 gramm av hassji invortis til Føroya.

Les: Smuglaði hassj til Føroya 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder