Runavíkar kommuna bjóðar til innvígslutiltak í nýggju svimjihøllini Bylgjuni í dag kl. 17. Dyrnar lata upp ein hálvan tíma frammanundan, og inngongdin er gjøgnum ítróttahøllina.
Tónleikaverk við 60 tónleikarum
Til høvið verður frumframført eitt nýtt tónleikaverk, sum sangskrivarin og guitarleikarin, Niclas Johannesen, hevur skrivað til heiðurs fyri Bylgjuni. Verkið tekur ymiskt við úr allari kommununi og er fyri kór, blásarar, orkestur, solistar, upprópara og, ja, svimjihyl! Heili seksti tónleikarar vera á palli at framføra verkið.
Framførslan av verkinum verður inni í ítróttahøllini í Bylgjuni. Síðani verður farið inn í nýggju svimjihøllina, har røður eru á skránni, snórur verðu kliptur og kanska okkurt óvæntað fer at henda, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.
Heit uppliving – 33 stig
Høvi verður at síggja hvønn krók av svimjihøllini í skipaðum rundvísingum – m.a. í kjallaranum ímillum rør, tangar og stýrisskipanir.
Kommunan bjóðar kaffi og okkurt til børnini í ítróttahøllini aftaná, at almenna skráin er av.
Í svimjihøllini eru heili 33 stig, so tað verður ein heit uppliving – fyri bæði likam og sál.
Stórskíggi og hátalarar verða sett upp í ítróttarhøllini, so til ber hiðani at fylgja við í tí, sum hendir í svimjihøllini.
Ikki opin fyri almenninginum enn
At svimjihøllin nú verður innvígt er ikki tað sama sum, at hon verður latin upp fyri almenninginum.
Svimjihøllin er ikki heilt klár enn. Sambært kringvarpinum verður tað neyvan fyrr enn í februar mánaði, at møguleiki verður hjá almenninginum at fara innar at svimja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald