Innanlands

Hátíðarhalda 100 ára dagin í viðarlundini

Ymist verður á skránni fyri at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá viðarlundini í Trongisvági

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-09-05 16:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 7. september kl. 11 verður hátíðarhald í viðurlundini í Trongisvági. Viðarlundin, ella plantasjan, verður 100 ár og tí verður tað gjørt okkurt burturúr.

Borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, bjóðar vælkomin og Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, fer at halda røðu.

Skipað verður fyri rundferð í viðarlundini, saman við Rakul Arnfríð Dam, landsskógarvørði. Samstundis er framsýning um viðarvøkstur og ymiskt barnaítriv á skránni. Møguleiki verður eisini at seta eitt træ niður.

Aftur at øllum verður felagssangur og harmonikutónleikur og pylsur verða grillaðar. Afturvið verður okkurt drekkandi til børnini og kaffi.

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja í viðarlundini, nú 100 ár eru liðin, síðan fyrsta træið varð plantað á staðnum.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder