
Leygardagin 12. apríl klokkan 16 skipar Tórshavnar Kamarkór fyri stórfingnari konsert í Hoyvíkar Kirkju, í sambandi við at kórið í ár hevur 40 ár á baki.
Til høvið hevur kórið samlað nógvar ‘gamlar’ kórsangarar og dirigentar, ið saman fara at framføra nakrar sangir til konsertina.
Eisini fer kórið, sum tað er samansett í dag, at frumframføra nýskrivað føroyskt kórverk av Eli Tausen á Lava, bygt á yrking hjá Kalpanu Vijayaverathan.
Tórshavnar Kamarkór er eitt gott, ambitiøst og væl samansungið kór, sum í løtuni telir 30 sangarar. Kórið varð stovnað í 1985 av Ólavi Jøkladal, og hevur síðani havt skiftandi kórleiðarar. Seinastu 15 árini hevur Bernharður Wilkinsson stjórnað kórinum og við honum á odda, hevur kórið sungið nógvan krevjandi tónleik á høgum støði.
Kórið hevur seinastu 40 árini sungið nógv í kirkjum, mentanarhúsum og til privat tiltøk kring landið og hevur soleiðis verið við til at menna føroyska tónleikalívið.
Eisini hevur kórið ígjøgnum árini strembað eftir at bíleggja kórverk frá føroyskum tónaskøldum, og á tann hátt roynt at stuðla føroysku mentanarvinnuni. M.a. skrivaði Teitur Lassen nakrar útsetingar til kórið, sum síðani vórðu givnar út á EP í 2022. Hendan útgávan hjá Teiti kallast ‘Sangir til Kamarkórið’.
Kórið hevur ígjønum árini útgivið tríggjar heildarútgávur:
- 1996, Blátt (saman við Havnakórinum)
- 1997, Várlongsil
- 2015, Kvøldtankar
Kórið hevur øll árini lagt seg eftir, at framføra kórtónleik í útlondunum. Tað hevur verið, við m.a. at luttaka í útlendskum kórfestivalum, kórkappingum og á egnum kórferðum.
Í juli í ár fer kórið at luttaka í kórkapping í suðurfranska býnum Saint Raphael, har verkið hjá Eli eisini fer at verða framført. Kórið kemur at luttaka í tveimum kategorium, har tey í hvørjum bólki skula vit framføra eina skrá á 15 min. Hetta verða tvær ymiskar konsertskráir og skulu báðar syngjast uttan nótar. Umframt kappingina fara tey at hava teirra egnu konsert á umleið 1 tíma.
Jubileumskonsertin í Hoyvíkar Kirkju kemur at síggja soleiðis út:
- Fyrra helvt: Stóra kórið, við núverandi og fyrrverandi kórlimum framføra sangir, dirigerað av fyrrverandi kórleiðarum og av Bernharði Wilkinson, núverandi kórleiðara.
- Steðgur: Kórið bjóðar jubileumskøku, kaffi og møguleikan at práta við fólk
- Seinna helvt: Tórshavnar Kamarkór, sum tað sær út í dag, framførir nakrar sangir. M.a. nýskrivaða verkið hjá Eli Tausen á Lava og Kalpanu Vijayavarathan.
Stuðlað tiltakinum hava Tórshavnar Kommuna og Føroya Stiftstjórn.
Tórshavnar Kamarkór
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald