Innanlands

Hátíðarløta fyri nýggja universitetssjúkrahúsinum

1. juni kom lógin í gildi, sum skipar samstarvið millum sjúkrahúsverkið og fróðskaparsetrið, so Landssjúkrahúsið nú virkar sum universitetssjúkrahús

Frá vinstru Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, og Martin Tvede Zachariassen, rektari á Fróðskaparsetrinum (Mynd: hmr.fo)

Frá vinstru Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, og Martin Tvede Zachariassen, rektari á Fróðskaparsetrinum (Mynd: hmr.fo)

2025-06-05 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár varð hátíðarhildið, at farið er undir at skipa sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús. Hátíðarløtan varð hildin í skálanum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við heilsumálum, bar fram røðu. Hon legði dent á týdningin av, at Føroyar nú fáa eitt universitetssjúkrahús, og vísti á, at hetta fer at lyfta heilsuverkið eitt stig upp.

- Eitt universitetssjúkrahús er eitt samspæl millum røkt og vitan, millum lærdóm og praktikk – og millum framtíðar vónir og veruligar karmar fyri betri heilsu,  segði landsstýriskvinnan millum annað í røðuni.

Við lógarbroytingini, sum kom í gildi 1. juni í ár, og við skipaða samstarvinum millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya, eru karmarnir settir til at menna bæði sjúklingaviðgerð, gransking og útbúgving í Føroyum.

Landsstýriskvinnan greiddi frá, at politiska visjónin er, at sjúkrahúsverkið í 2030 skal brúka minst 2 prosent av rakstrarjáttanini til gransking og undirvísing, og arbeiðið er longu byrjað við játtanum á fíggjarlógini.

Tá sjúkrahúsverkið verður skipað sum universitetssjúkrahús, hava heilsustarvsfólk møguleika fyri bæði at starvast og at granska á sjúkrahúsinum. Tað fer væntandi at økja áhugan hjá fleiri læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki at starvast innan føroyska sjúkrahúsverkið.

Røðan hjá landsstýriskvinnuni 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder