Innanlands

Hátrýstið yvir Føroyum heldur lágtrýstini vekk frá okkum

Í hesum døgum hava vit gott og støðugt veður. Tað er eitt máttmikið hátrýst beint sunnan fyri okkum, sum stendur fyri tí

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-02-28 11:34 Author image
Veðurstova Føroya
placeholder

Í hesum døgum hava vit gott og støðugt veður. Tað er eitt máttmikið hátrýst beint sunnan fyri okkum, sum stendur fyri tí. Hetta er vanligt hátrýstveður, tó at tað eisini er skýggjað viðhvørt.

Hátrýstið legði seg yvir Skotland leygardagin, og síðan tá er lufttrýstið farið upp í 1039 hPa, og næstu dagarnar 1044 hPa, meðan tað nærkast Føroyum. Í Atlantshavinum í ein útsynning og vestan úr Føroyum er veðrið als ikki so gott sum her hjá okkum. Eitt sera djúpt lágtrýst, 960 hPa, er á veg ímóti Suðurgrønlandi, har sum tað fer at verða stormur við ódnarhvirlum, áðrenn tað fer norður við vesturstondini. Eftir tað minkar mátturin í tí.

[object Object]Stormlágtrýstið sunnan fyri Suðurgrønland og hátrýstið yvir Skotlandi og Føroyum. Mánadagin, 27. februar kl. 18.

Her endar søgan ikki, tí nýggj stormlágtrýst fara støðugt at ganga yvir vestara parti av útnyrðingspartinum av Atlantshavi, men leiðin er ikki tann vanliga í landnyrðing ímóti Føroyum ella Íslandi.

Tað kunnu vit takka tí máttmikla hátrýstinum. Sum viðurskiftini í lufthavinum eru í løtuni, er stórur munur á luftnøgdunum, sum trýsta á hvørja aðra, tí er stórur munur á há- og lágtrýstum alla vikuna, heilt til vikuskiftið.

[object Object]Bíðistøðini, har lágtrýstini halda til, ið hvussu so er fyribils

Tíbetur fyri okkum, sum búleikast í Føroyum, er vígvøllurin er langt vekk, vestan fyri okkum ella í útsynning. Hvørjum man tað enda við? - fylgið við á vedur.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder