2019-05-16 11:14
Tíðliga í nátt fekk MRCC fráboðan frá Hav Frakt um at skipið hevði siglt á ein aliring.
Talan var um ein aliring hjá Bakkafrosti, sum liggur norðanfyri Kaldbaksnesi. Eftir at Hav Frakt hevði siglt á aliringin sigldi hann á Kollafjørð, har hann liggur nú.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, sigur við in.fo, at aliringurin, sum hevur 56.000 laksar, hevur fingið stóran skaða. Besløg eru farin í knús, men av tí at nótin er heil, er fiskur eftir øllum at døma ikki sloppin út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald