- Tað hevur allatíð verið meiningin, at vit skulu skiftast eitt sindur. Bjarni Hammer og Hendrik Old hava verið á Fólkatingi, og nú fer Rigmor Dam so á Fólkating.
Tað sigur Sjúrður Skaale, sum hósdagin tók sæti á Løgtingi. Rigmor Dam er farin á Fólkating at røkja sessin hjá flokkinum har.
Javnaðarflokkurin hevur síðani Sjúrður gjørdist høvuðsvalevni hjá flokkinum til fólkatingsval havt ein politikk um, at flokkurin ikki skal hava nakað dupultmandat. Men hann sigur at flokkurin allíkavæl hevur ætlað at skift fólkatingsumboðið av og á, og at hettar tí verður gjørt nú.
- Hetta er fyrstu ferð eg eri á Løgtingi hetta valskeiðið. Hóast eg ikki eri valdur, eri eg næstan valdur í Løgtingið. Tí haldi eg eisini, at eg eigi at vera her, leggur Sjúrður Skaale afturat. Hann leggur eisini afturat, at tað er fínt at sleppa undan einum flogtúri til Danmarkar, tí tað er strævið at ferðast ímillum allatíð.
- So at sleppa undan einum flogtúri er eisini fínt, staðfestir hann.
Sjúrðir Skaale bleiv nummar ellivu á listanum hjá Javnaðarflokkinum til valið í 2015. Hann fekk 175 atkvøður.
Ikki komin á Løgting fyri Novo Nordisk málið
Tá Løgtingið kom saman hósdagin var fyrispurningur hjá Kaj Leo Holm Johannesen á skránni. Sirið Stenberg skuldi svara fyrispurningum um Novo Nordisk málið. Málið snýr seg um, at landsstýriskvinnan hevur fyribils takkað nei til eitt tilboð frá Novo Nordisk grunninum um at gera ein sukursjúkumiðdepil í Føroyum.
Sjúrður Skaale hevur sjálvur verði virkin í kjakinum um tilboðið frá grunninum. Men hann sigur at tað ikki er grundin til, at hann tekur sætið á tingi beint nú.
- Nei, tað var ikki grundin. Eg síggi tað var á skrá í dag, men verður allarhelst á skrá í næstu viku, sigur hann. Málið varð sum skilst tikið av skrá, tí Kaj Leo Holm Johannesen var burturstaddur og hevði biðið um at fáa málið av skrá. Sjúrður Skaale viðgongur eisini, at hann er glaður fyri at hann sleppur at verða við í viðgerðini av málinum.
- Eg eri ikki keddur av, at málið verður fyri beint nú. Eg haldi tað verða eitt øgiliga spennandi mál, sum hevur stórar møguleikar við sær fyri føroyskar sjúklingar, heilsuverkið og búskapin sum heild, sigur hann, men undirstrikar at hetta málið ikki er grundin til at hann er komin á Løgting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald