
Tað er ringt veður í nógvum støðum kring landið. Kavi, hálka, krapi og vindur/rok gera um seg, og Strandferðslan hevði frammaundan boðað frá, at fleiri broytingar og avlýsingar kundu væntast í dag og í morgin.
Nú út á seinnapartin, nú veðrið er versnað, hevur ssl.fo kunnað um avlýsingar á 17 bussleiðum.
Talan er millum annað um leið 400, flogrutuna og koyring á Sandoynni og í Suðuroynni. Summar eru galdandi fyri restina av degnum - aðrar eru fyribils.
Klaksvíkar kommuna hevur eisini boðað frá, at vegna vánalig koyrilíkindi koyra býarbussarnir ikki fyribils. Tað er nógvur kavi og hált í Klaksvík, umframt nakað av roki í løtum.
Silgt verður ikki millum Hvannasund og Fugloy/Svínoy, og Sandoynna og Skúvoynna restina av degnum. Túrar millum Tórshavn og Nólsoy tíðliga í kvøld verða helst eisini avlýstir.
Sí veðrið her
Les eisini: Vánalig koyrilíkingi á Vestmannavegnum og á Oyndarfjarðarvegnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald