Innanlands

Hava borið átjan mál niðan í Løgtingið í dag

Og fleiri eru á veg, boðar Løgmansskrivstovan frá. Landsstýrisfólk løgdu mál um millum annað nýtt kampus til Setrið útbyggingar á Rásini og Miðnám á Kambsdali. Hjálparpakki til fíggjarligar sperdar familjur er eisini ávegis

2023-03-07 17:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti framløgudagur í tinginum hevur verið í dag, hósdagin 7. mars, og í hesum sambandi hevur landsstýrið borið 18 mál niðan í tingið, ið vórðu løgd fram á tingfundinum í dag.

Har vóru millum annað uppskot um umvælingar og útbyggingar av bygningum frá landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálu: Høvuðsumvæling av gamla Venjingarskúlanum á Fræslinum til nýtt kampus hjá Setrinum, útbygging av Rásini í Runavík og útbygging av Miðnám á Kambsdali.

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum legði uppskot fyri tingið um hjálparpakka til fíggjarligar sperdar familjur, og eisini kom landsstýriskvinnan í umhvørvismálum við uppskoti til nýggja náttúruverndarlóg ið  leggur fram.

Um tvær vikur eru aftur framløgur á skránni, og tá skal landsstýrið eftir ætlan leggja á 16 onnur mál við 17 undirskriftum fram.

- Her kann millum annað nevnast uppskot um tillaging av tøkugjaldinum hjá alivinnuni og veiðigjøldunum í fiskivinnuni. Uppskot frá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum um at taka burtur kravið í lógini um, at Bústaðir skal samstarva við privatar íleggjarar um bústaðarverkætlanir. Hetta fer vónandi seta fer á bústaðarbyggingina og geva Bústaðir fríðari ræsir at arbeiða. Somuleiðis kemur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum niðan í tingið, við uppskoti til eina nýggja og dagførda kappingarlóg, skrivar lms.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder