2018-10-24 12:11
Mikroplast er allastaðni. Tað er í luftini, í vatninum og í mati. Nú er mikroplast fyri fyrstu ferð funnið í menniskjum.
Ein nýggj kanning hjá Umhvørvisstovninum í Eysturríki fann mikroplast í teimum átta persónunum úr Evropa, Japan og Russlandi, sum tóku lut í kanningini.
Í miðal varð funnið 20 partiklar av mikroplasti í persónunum. Níggju ymisk sløg av plastikki varð funnið, skrivar TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald