Ísraelski herurin hevur funnið líkini av seks gíslum í einum tunli undir Rafah í Gazageiranum.
Talan er um gíslarnar Carmel Gat, Eden Yerushalmi, Hersh Goldberg-Polin, Alexander Lobanov, Almog Sarusi og Ori Danino, sum vórðu tiknir undir álopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober í fjør.
Sambært amerikanska forsetanum Joe Biden er ein av teimum - Hersh Goldberg-Polin - ein amerikanskur ríkisborgari.
Biden sigur, at eingin ivi skal vera um, at Hamas-leiðarar fara at bøta fyri teirra brotsverk, og verður framvegis arbeitt fyri at fáa eina avtalu um leyslating av teimum gíslunum, sum eru eftir í Gaza.
Sambært talsfólki hjá ísraelska herinum, Daniel Hagari, vórðu gíslarnir dripnir stutt áðrenn herurin kom fram á teir, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald