Innanlands

Hava kannað hvat føroyingar halda um javnstøðu

Fróðskaparsetrið og Lóður hava gjørt kanningina fyri Almanna- og mentamálaráðið, Javnstøðunevndina og Demokratia, og týsdagin 2. mai verður úrslitið lagt fram í Kongshøll

2023-04-24 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

2. mai verður almenn framløga av úrslitinum av nýggjari kanning um javnstøðu, sum Fróðskaparsetrið og Lóður hava gjørt fyri Almanna- og mentamálaráðið, Javnstøðunevndina og Demokratia í sambandi við innsavnan av vitan og hagtølum um javnstøðu í Føroyum.

Talan er um eina hugburðs- og atburðarkanning um javnstøðu í føroyska samfelagnum, sum Erika Anne Hayfield, Herit Albinus og Heini í Skorini, granskarar á Søgu- og samfelagsdeildini, hava gjørt.

Úrslitini verða løgd fram í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn týsdagin 2. mai klokkan 14.

– Vit vita sera lítið um, hvussu føroyingar sum heild fata og uppliva javnstøðu ella vantandi javnstøðu, sum m.a. er fortreyt fyri at kunna fremja javnstøðu sum heild, um tað er eitt endamál. Harumframt eru hagtølini viðkomandi, so vit kunnu samanbera Føroyar við onnur lond, skriva granskararnir m.a. í frágreiðingini, sum varpar nýtt ljós á javnstøðumál í Føroyum.

Millum 700 og 800 føroyingar hava svarað kanningini. Hon er eisini umboðandi, tá talan er kyn, bústað og aldur, og kanningin er tí álítandi og kann siga, hvør hugburður valdar í javnstøðu- og javnrættindarspurningum í Føroyum. Kanningin er gjørd soleiðis, at hon kann endurtakast, umframt samanberast við áður gjørdar kanningar og harvið lýsa støðuna, sum var, og sum kemur.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, sigur í tíðindaskrivi, at kanningin gevur landsstýrinum eina greiðari fatan av støðuni og harvið góðar fortreytir, tá javnstøðupolitiskar ætlanir og raðfestingar skulu gerast. Eisini er neyðugt, at vit hava slíka vitan at bera fram í tí samstarvi, sum vit hava uttanlands, m.a. í norðurlendskum høpi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder