Innanlands

Hava koppsett 81 prosent av borgarum eldri enn 85 ár

Talan er um næstan eins stóran prosentpart av aldursbólkunum 80 – 84, og 75 – 79, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum í svari til Beintu Løwe

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-04-21 16:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

81 prosent av borgarum í Føroyum, sum eru 85 ár ella eldri hava fingið fyrru koppsetingina fyri koronu, og í aldursbólkunum 80 – 84 ár, og 75 – 79 ár er støðan áleið tann sama. Har er talan um ávikavíst 78 og 79 prosent.

Tað vísa tøl, sum Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum hevur viðfest í svar sítt til fyrispurning frá Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, um bíleggingarskipanina til koppseting, sum nú hevur verið tøk hjá eldri borgarum í ein mánað.

Les eisini: Skipanin er trygg og hevur roynst væl

68 prosent av borgarum í aldursbólkinum 70 – 74 eru vorðin koppsett, meðan bert 18 prosent av teimum í aldursbólkinum 65 – 69 eru vorðin koppsett.

Landsstýrismaðurin metir, at tølini í aldursbólkunum 70 – 74 og 65 – 69 fara at hækka spakuliga komandi tíðina.

Fyrradagin varð latið upp fyri, at øll 65 ár og eldri kunnu bíleggja tíð til koppseting, og hesa vikuna fáa vit 5.200 skamtar av koppingarveni frá Pfizer/BioNTech, og 5.200 skamtar afturat koma til Føroya í aðru viku.

Les eisini: – Mann hevur alla grund til at vera bjartskygdur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder