Innanlands

Hava latið samanlagt eina millión til heilsuflúgving í Suðursudan

Peningurin, ið Føroya landsstýri hevur ltið, røkkir langt fyri at millum annað koppseta børn fyri meslingar og aðrar sjúkur

Ein millión ger stóran mun í einum landi, sum hevur so stóran tørv á hjálp.

Ein millión ger stóran mun í einum landi, sum hevur so stóran tørv á hjálp.

2023-02-21 19:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya landsstýri hevur í 2021 og 2022 latið samanlagt eina millión krónur til heilsuflúgving hjá MAF (Mission Aviation Fellowship) í Suðursudan. Pengarnir eru brúktir til koppseting av túsundtals børnum ímóti t.d. meslingum.

Takkað verið koppseting eru barnasjúkur, sum til dømis meslingar, meira ella minni útruddaðar her á okkara leiðum.Men soleiðis er ikki í nógvum menningarlondum. Har eru meslingar orsøk til at børn doyggja.

Tí flýgur MAF til fjarskotnar bygdir í Suðursudan saman við heilsuserfrøðingum at koppseta børn upp til 5 ár, so tey betur eru før fyri at yvirliva.

Í 2021 fekk MAF 800.000 krónur frá Føroya landsstýri til júst hesa uppgávu. Og í 2022 vóru 200.000 kr. latnar afturat til heilsuflúgving og til at útbúgva heilsustarvsfólk. Ein millión ger stóran mun í einum landi, sum hevur so stóran tørv á hjálp.

Føroyar gera ómetaliga stóran mun
Søgan endurtekur seg bygd eftir bygd. Í Torit vórðu ikki færri enn 24.534 børn koppsett. Stutt eftir fingu 7.370 børn í Raja somu hjálp. Soleiðis ger peningurin úr Føroyum ómetaliga stóran mun.

Heilsuátøkini í Suðursudan fevna víða – og tørvurin er stórur í hesum fátæka landi. Landi líður ikki bara undir smittandi sjúkum, men eisini hungri, stríði og vanlukkum. Tað hendir javnan, at sjúkur sum diarré, malaria og meslingar herja. Í 2020 herjaði COVID-19 saman við oyðileggjandi vatnflóðum og løgdu enn fleiri trupulleikar á hart royndu íbúgvarnar.

MAF fleyg fyri stuttum koppingarevni til Pibor, tí meslingar tóku seg upp har. 300 børn vóru smittað í býnum Gumuruk í Pibor. Nú vóru góð ráð dýr.

Saman við felagsskapinum Medair, fleyg MAF 77 lokal starvsfólk til Pibor økið. Har gingu tey smáttu úr smáttu og koppsettu børnini. Tað tók fýra vikur at koppseta yvir 18.000 børn og farsóttin steðgaði.

[object Object]


[object Object]

Útgerð til fyrsta apotekið
Heilsuflúgvingin hjá MAF hjálpir túsundtals fólkum. MAF flytir heilsustarvsfólk, útgerð til sjúkrahús, heilivág og koppingarevni trygt yvir frumskóg, savannu og mýrilendi.

Fyri stuttum fleyg MAF alla útgerðina til tað fyrsta apotekið hjá í Wau økinum. MAF er saman við øðrum hjálparfelagsskapum við til at útbúgva heilsustarvsfólk á sjúkrahúsinum í Kapoeta og í flytiførum heilsustøðum í økinum.

Trygga flogtænastan hjá MAF er ein sera virðismikil partur í arbeiðinum at styrkja heilsuskipanina í hesum menningarlandi, og føroyska menningarhjálpin hevur gjørt stóran mun fyri nógv menniskju.


MAF Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder