2019-06-19 09:42
Fyri góðum mánað síðani varð tíðin komin til at seyðurin aftur skuldi út um bøgarðarnar í flestu kommununum í landinum. Men tað er ikki allastaðni, at tað eydnast so væl at halda seyðin uttanfyri.
Vatkleiðarin á løgreglustøðini sigur at tey fáa fleiri fráboðanir um seyð, sum gongur inn um bøgarðarnar. Í gjár vóru tvær fráboðanir úr Havn um hendan trupulleikan. Fýra ær gingu har tær ikki skulu á Ternuryggi og nakrar gingu eisini úti á Argjum.
Aktingarmenninir vóru sendir at taka sær av seyðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald