Reiðarafelagið fyri Handilsskip og manningarfeløgini eru nú farin undir at samráðast um sáttmálarnar partanna millum.
Týsdagin í farnu viku handaðu Reiðarafelagið fyri Handilsskip, og tey trý manningarfeløgini, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag krøv til komandi sáttmálasamráðingar.
Tríggir sáttmálar eru fyri hvørt felag – ein høvuðssáttmáli, ein sersáttmáli fyri størri skip í frálandavinnu og ein sersáttmáli fyri smærri skip í frálandavinnu. Av tí at øll trý manningarfeløgini samráðast saman, er sostatt talan um tilsamans níggju sáttmálar, sum skulu fáast uppá pláss, skrivar Industry.fo
Næsti samráðingarfundur verður mikudagin 23. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald