Fríggjadagin skrivaði VP.fo, at Kristin Michelsen fór at stilla upp fyri Sambandsflokkin á næsta løgtingsvali. Vágaportalurin segði seg hava tosað við fólk í Suðuroynni, sum boðaðu frá hesum.
Í dag hevur Portalurin verið í sambandi við Svenning Borg, formann í Suðuroyar Sambandsfelag, og Kristin Michelsen, hvørgin teirra hevur viðmerking til, um Kristin Michelsen stillar upp fyri Sambandsflokkin ella ikki.
Kristin Michelsen kann gerast ein fongur fyri Sambandsflokkin, um hugsað verður um atkvøðutalið. Á seinasta løgtingsvali fekk Kristin Michelsen 302 atkvøður - nógv tær flestu úr Suðuroynni -, meðan allur Sambandsflokkurin til samans fekk 283 atkvøður í Suðuroynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald