Innanlands

Hava tørv á hjálp til at telja og skráseta fugl í summar

Høvuðsendamálið við verkætlanini er at framleiða útbreiðslukort fyri landfuglin í Føroyum, við møguleika fyri at visa á týdningarmikil fuglaøk. Sum nú er, finst einki slíkt

Tørvur er á at hava eftirlit við og kortleggja fuglastovnarnir í Føroyum. Verkætlanin er á 2. ári nú

Tørvur er á at hava eftirlit við og kortleggja fuglastovnarnir í Føroyum. Verkætlanin er á 2. ári nú

2023-04-11 21:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Grundarlagi fyri verkætlanini er, at tørvur er á at hava eftirlit við og kortleggja fuglastovnarnir í Føroyum, um man skal hava nóg gott grundarlag at seta í verk tiltøk at verja teir. Útbreiðslukort kunnu siga okkum, hvar fuglurin livir og nørist, har teljingar og skrásetingar samstundis kunnu gera okkum klókari uppá støddina av fuglastovnunum vit eiga her í Føroyum.

Í løtuni finnast tað eingi skrásett rák og eingi útbreiðslukort fyri fuglastovnarnir á landi í Føroyum. Eitt annað dømi um nýtsluna av eBird dátum er framleiðslan av strikumyndum, ið vísa á, nær á árinum tey ymsu fuglasløgini síggjast í Føroyum (Fig. 1). Almenn atgongd til tílíka dáta vantar í dag.

[object Object]

Høvuðsendamálið við hesi verkætlan er tískil at framleiða útbreiðslukort fyri landfuglin í Føroyum, við møguleika fyri at visa á týdningarmikil fuglaøki. Seinna málið er at kanna, hvussu væl eBird egnar seg sum amboð at eggja vanliga borgaran at skráseta og telja fuglar í Føroyum.

Føroya Fuglafrøðifelag stendur fyri hesi verkætlan, ið strekkur seg yvir trý ár – frá summar 2022 til summar 2025. Teljarir skriva seg upp at telja fyri eitt summar í senn, men hava sjálvandi møguleika at verða við komandi ár eisini. Aftaná hvørt summar verða skrásetingarnar almannakunngjørdar við útbreiðslukortum og tilhoyrandi teksti. Tá ið verkætlanin er liðug, verður ein umfatandi frágreiðing givin út við øllum úrslitum, umframt uppskot til betran av tílíkari verkætlan. Hendan frágreiðing verður almannakunngjørd, so skjótt hon er tøk.

Í stuttum, ynskja vit at telja og skráseta uttangarðsfuglin. Hetta er tó ikki ein formlig teljing, men snýr seg heldur um at fáa fólk at telja tann fuglin tey koma fram á, tá tey allíkavæl eru farin ein túr í hagan ella aðrastaðni. 

Vit nýta altjóða eBird appina, og er hetta seinna málið við verkætlanini - at vita hvussu nýtilig hendan appin er, at fáa fólk at telja fugl í Føroyum. Hetta krevur bert at man tekur appina niður, og telur tann fuglin man kemur fram á - um tað er í 5 min. ella 1 tíma er púra upp til teljaran

Føroya Fuglafrøðifelag
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder