Stórar broytingar eru hendar í ferðsluni síðani aldarskiftið, har talið av akførum er økt til meir enn tað tvífalda, og ferðsluóhappini samstundis eru fækkað niður móti einum triðingi.
Soleiðis ger Hagstova Føroya upp á heimasíðu sínari. Tað eru jalig hagtøl um trygdina í føroysku ferðsluni, sum Hagstovan í gjár kundi gera upp.
Hava næstan 42.000 skrásett akfør - liggur nú undir 500 skrásett ferðsluóhapp árliga
Hagstovan vísir á, at frá 1. januar 2000 til 1. januar 2023 er talið av skrásettum motorakførum vaksið úr sløkum 19.000 upp til næstan 42.000. Tað eru harvið stívliga 23.000 fleiri nú í 2023, enn tað var um aldarskiftið
- Av hesum er talið av persónbilum vaksið við sløkum 14.000. Sjálvt um fólkatalið eisini er vaksið munandi, so er vøksturin í tali av akførum enn størri, tí í 2000 vóru tað 3,2 fólk fyri hvønn persónbil, meðan tað nú í 2023 vóru tvey fólk fyri hvønn bilin.
Fyrst í hesari øldini var talið av ferðsluóhappum eini 1.200 -1.300 árliga, men tey eru síðani fækkað støðugt niður í 461 í 2023. Ein lítil hækking var aftur í 2015, men annars er tað gingið niðureftir tað mesta av tíðini. Lægsta talið var í 2010 við 410 ferðsluóhappum. Hetta vísa yvirlit hjá løgregluni.
Fólkaskaðar í ferðsluni eru eisini fækkaðir nógv, og somuleiðis talið av ákærdum fyri rúsdrekkakoyring, vísir Hagstovan á. Talið av fólkaskaðum í ferðsluni lá millum 60 og 70 árliga mitt í 00-unum fram til 2008, men niður í umleið 20-30 tey síðstu árini.
Tvey fólk lótu lív í ferðsluni í 2022 og eitt fólk í 2021. Eingin doyði av ferðsluvanlukku í 2020. Síðstu 5 árini 2018-22 vóru tað tilsamans 4 fólk, sum doyðu í ferðsluni, og í fimmáraskeiðinum frammanundan 2013-17 vóru tað 16 fólk (Mynd: Hagstova Føroya)
Talið av teimum, sum eru ákærd fyri rúsdrekkakoyring minkaði munandi - úr sløkum 200 í 2007 niður í 70 í 2017. Nú er talið aftur økt tey síðstu 5-6 árini upp í 161 í 2023.
Viðmerkjast skal, at í 2009 varð markið fyri rúsdrekkakoyring sett niður úr 0,5 til 0,2 promillu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald