Klokkan 15 í dag verður várkonsert hjá Havnar Hornorkestri í Eysturskúlanum. Konsertin er partur av kvøldskúlaframsýningini, sum verður í Eysturskúlanum, og Dirigenturin í Havnar Hornorkestri lovar eina spennandi konsert.
- Tey, ið koma til konsert kunnu vænta eina spennandi skrá, har vit spæla eitt blandað tyssi av tónleiki, bæði úr hornorkestur- og klassiska heiminum, eitt nú ein euphonium duett, brot úr tónleiki skrivaður til kappingar umframt popptónleik, sigur Tróndur Olsen dirigentur í Havnar Hornorkestri.
Tey flestu kenna Havnar Hornorkestur frá stevnum og hátíðarhaldum í høvuðsstaðnum. Men orkesturleiðarin sigur, at slík tiltøk ikki kunnu samanberast við tónleikin, sum verður spældur í dag.
- Innandurðakonsertinar gevur orkestrinum møguleikar at framføra annan og ørvísi tónleik enn tað, ið vit spæla til uttandurðatiltøk. Hetta gevur okkum aðrar og spennandi avbjóðingar, og vit gleða okkum til konsertina, sigur Tróndur Olsen og leggur afturat, at talan veruliga er um eina fjølbroytta skrá.
- Skráin fevnir um alt frá Anton Bruckner til Elton John. Eg vóni veruliga at øll, sum eru áhugaði ella bara forvitin koma framvið, sigur Tróndur Olsen at enda.
Konsertin verður klokkan 15.00, men dyrnar til Eysturskúlan og framsýningina hjá kvøldskúlanum opna klokkan 14.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald