Innanlands

Havnar Svimjifelag fær grikskan høvuðsvenjara

36 ára gamli Panos verður høvuðsvenjari hjá felagnum og byrjar 21. januar

2018-12-28 22:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jólaaftan skrivaði Havnar Svimjifelag sáttmála við 36 ára gamla grikkan Panagiotis Christou, ið vanliga verður nevndur Panos. Sáttmálin er galdandi í hálvtfjórða ár, fram til endan av sesongini 2021/22. Panos byrjar í starvinum sum høvuðsvenjari mánadagin 21. januar.

Nýggi høvuðsvenjarin kemur úr einum starvi sum venjari í stóra svenska svimjifelagnum SK Poseidon í Lund. Frammanundan hevur hann verið høvuðsvenjari í Bodø í Noregi í tvey ár, og áðrenn hann flutti til Bodø, var hann venjari í Grikkalandi. Panos hevur sjálvur verið íðin kappsvimjari, til hann fyri 12 árum síðani gavst at svimja.

Nýggi venjarin hevur hægri útbúgving innan ítrótt og rørslu úr Grikkalandi og Onglandi: B.Sc í Physical Education and Exercise Science frá University of Athens við svimjivenjing sum sergrein og M.Sc í Exercise Physiology frá Manchester Metropolitan University.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder