Innanlands

Havnin í fokus í Lítluvík

Við skiftandi myndevnum lýsir Jón Magnus Joensen høvuðsstaðin. Framsýningin byrjaði í dag

2019-02-22 22:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Málningaframsýning við Jón Magnus Joensen er í Smiðjuni í Lítluvík í døgunum 22.-26. februar.

Framsýningin hesa ferð er miðsavnað um Havnina, og við skiftandi myndevnum lýsir Jón høvuðsstaðin.

Framsýningin er fjølbroytt við smáum og nógvum stórum málningum og fjølbroyttum litsamansetingum.

Jón Magnus Joensen hevur gjøgnum árini havt mangar framsýningar ymsastaðni og luttikið eisini á sensureraðum framsýningum.

Í 2003 var hann á listaskúla í Danmark.

Framsýningin lat upp seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder