Innanlands

Havnin stuðlar samgonguni –

- meðan veljararnir uttan fyri Havnina í størsta mun seta krossin við núverandi andstøðuflokkarnar

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2019-01-29 14:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

64,4 prosent av føroysku veljarunum, sum búgva uttan fyri Havnina, høvdu sett sín kross við ein av núverandi andstøðuflokkunum um løgtingsval var nú. Hinvegin fær samgongan undirtøku av 59,7 prosentum av veljarunum í høvuðsstaðnum.

Munurin millum bý og bygd – millum Havnina og økið uttan fyri Havnina – er rættiliga eyðsýndur í veljarakanningini, sum Spyr.fo júst hevur gjørt fyri Portalin.

Mest eyðsýndi munurin sæst hjá Tjóðveldi, sum sambært kanningini er vorðin ein rættuligur høvuðsstaðaflokkur.

30 prosent av veljarunum úr Havn velja Tjóðveldi, men bara 13,8 prosent av veljarunum ’á bygd’. Hetta sæst eisini í veljaratølunum hjá Framsókn. Flokkurin fær 4 prosent av atkvøðunum ’á bygd’ og næstan tað tvífalda, 7,8 prosent í høvuðsstaðnum.

Les eisini: Fólkaflokkurin staðfestir sína støðu sum nógv størsti flokkur

Eisini hjá Fólkaflokkurin sæst ein stórur munur, men í øvugtan mun. 20,1 prosent av veljarunum í Havn velja Fólkaflokkin afturímóti heili 31,6 prosentum ’á bygd’.

Hjá hinum flokkunum er eisini ein týðuligur munur. Felags fyri alla kanningina er tann, at núverandi samgonguflokkar hava størst undirtøku í høvuðsstaðnum, meðan andstøðuflokkarnir hava nógv dyggari stuðul á bygd.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder