Innanlands

Havstovan fer at telja føroyska grágásastovnin

Næsta vikuskifti skipar Fuglakanningarstøðin á Havstovuni fyri teljing av føroyska grágásastovninum

Mynd: Havstovan

Mynd: Havstovan

2019-03-19 16:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Næsta vikuskifti, 23.-24. mars, skipar Fuglakanningarstøðin á Havstovuni fyri teljing av føroyska grágásastovninum. Eins og við teljingini 24.-25. november 2018, er ætlanin, at fáa talt samstundis í so stórum parti av landinum sum gjørligt.

Endamálið við teljingini í november 2018 var at fáa tøl fyri, hvussu stórur partur av ferðandi grágásini steðgaði á í Føroyum.

Endamálið við hesi kanning er at fáa meira vitan um, hvussu nógvar gæs koma til Føroya at reiðrast. Seinni verður kannað, hvussu nógvir ungar koma undan.

Havstovan skrivar, at fólk eru vælkomin at taka lut í teljingini. Les meira um tað her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder