Innanlands

Havstovan við á “Ocean Sampling Day 2018”

Endamálið var at kanna margfeldið av plankton

2018-06-25 14:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tær smáu verurnar í havinum, sum vit nevna plankton (æti) og bakteriur, hava ein avgerandi leiklut í at stýra veðurlagi, framleiða føði til restina av havsins íbúgvum og við at elva til sjúku og mistrivnað hjá fiskasløgum, sum vit gagnnýta. Áður hevur tað verið torført at kanna hesar smáu verurnar, serliga bakteriur, tí tær eru so smáar og fjølbroyttar. Nýggj tøkni at kanna ílegur (DNA sequencing) hevur nú loyvt okkum at finna margfeldið av teimum túsundunum av sløgum, sum eru í okkara havi og teirra leiklut í vistskipanini.

Í 2014 byrjaði ein bólkur av granskarum við stuðli úr ES eina verkætlan, sum varð nevnd “Ocean Sampling Day”. Endamálið var at kanna margfeldið av hesum smáu verum so nógvastaðni í heimsins høvum, sum gjørligt. Allastaðni skuldu sýni takast á miðdegi longsta dag (21. juni). Vónin var at fevna um so nógvar ymiskar vistskipanir, sum gjørligt, til tess at fáa eina løtumynd av havsins smáverumargfeldi og læra meiri um, hvussu hesar verur eru skipaðar og virka.

Í ár gjørdist Havstovan so partur av hesum tiltaki, og tann 21. juni vórðu sýni tikin á Lívfiskastøðini í Skopun, har Havstovan regluliga kannar sjógvin, sum verður pumpaður inn á støðina. Føroyar eru ein týðandi partur av hesi heimsfevnandi verkætlan við fleiri enn 200 kanningarstøðum, tí at vit liggja so norðarlaga og á markinum millum Atlantshavið og Arktis.

- Havstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder